Innanlands

Kveikja lív í gamla ætlan um fótbóltshøll

Fótbóltshøllin í Skálafirði verður nú tikin úr skuffuni aftur - kommunurnar í Eysturoynni og Klaksvík eru bodnar at vera við

2022-03-29 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lív er nú komið aftur í ætlanina um at byggja eina stóra høll við fótbóltsvølli í fullari stødd í Skálafirði.

Tað er ráðgevingarfyritøkan VRG, sum arbeiðir við ætlanini. Í februar varð skipað fyri kunnandi fundi um ætlanina. Fundurin varð hildin í Kelduni í Skáafirði.

Allar kommunurnar í Eysturoynni umframt Klaksvíkar kommuna vóru boðin við til henda fundin, har greitt varð frá, at tað er ein 12 ára gomul verkætlan, ið tá datt niðurfyri, sum nú verður tikin fram aftur.

Á fundinum í Kelduni legði VRG fram eina verkætlan við smærri dagføringum til hvussu íløgan og rakstur kann fíggjast og skipast.

Býráðið í Sunda kommunu hevði málið til viðgerðar á fundi í gjárkvøldið. Býráðið skuldi taka støðu til um áhugi er at vera við í verkætlanini.

Um allar kommunurnar játta at vera við, er metingin at rakstrarútreiðslurnar verða millum 200.000 og 300.000 krónur árliga, fyri Sunda kommunu, framgongur av dagsskránni fyri fundin í gjárkvøldið.

Tilmælið frá fyrisitingini, sum bæði trivnaðarnevnd og fíggjarnevnd tóku undir við er at vísa áhuga fyri verkætlanini, men at Sunda kommuna í løtuni ikki vil gera eina bindandi avtalu um fígging fyrr enn greiða er fingin fyri hvussu nógvar kommunur vera við.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder