Uttanlands

Kvennleyva leys í Berlin

Løgreglan heitti á fólk og fæ um at halda seg innandura í morgun

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-20 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íbúgvarnir í sunnara parti av týska høvuðsstaðnum, Berlin, vórðu í morgun ávaraðir um ikki at fara heimanífrá, tí at ein kvennleyva gekk leys í býarpartinum.

Tað skrivaðu fleiri týskir miðlar í morgun. Ávaringin er galdandi fyri økini Kleinmachnow, Teltow og Stahnsdorf.

Týska løgreglan fekk í nátt boð frá fleiri vitnum, um at tey høvdu sæð eitt stórt kettudýr veiða villsvín í Brandenburg-økinum. Fleiri filmsupptøkur og myndir vísa, at talan er um eina kvennleyvu.

Løgreglan er nú farin á veiðifer eftir leyvuni. Tey vita ikki hvaðani leyvan stavar. Løgreglan hevur verið í sambandi við djóragarðar, sirkus og djóraverndarfelagsskapir í økinum, men ongin saknar eina leyvu.

Áheitanin frá løgregluni biður fólk um at halda síni kelidýr innandura, eins og barnagarðar hava fingið boð um ikki at sleppa børnunum út at spæla til leyvan er funnin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder