Uttanlands

Kvettroynd í Bolivia

Landsins fyrrverandi hernaðarstjóri handtikin eftir at hava roynt at skaffa sær atgongd til forsetaborgina

Handtikni hernaðarleiðarin verður sýndur fram í La Paz (Mynd: EPA)

Handtikni hernaðarleiðarin verður sýndur fram í La Paz (Mynd: EPA)

2024-06-27 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Bolivia hevur handtikið Juan José Zuniga, sum til fyri kortum var landsins hernaðarstjóri. Hann varð handtikin eftir at hann og herstyrkir hansara í gjárkvøldið í fleiri tímar royndu at leypa á forsetaborgina í høvuðsstaðnum, La Paz.

Tað vísa filmskut frá statsligu sjónvarpsstøðini í Bolivia, sambært AFP tíðindsstovuni.

Í filmsklippinum sæst, at Zuniga verður handtikin og noyddur inn í ein politibil eftir at hann hevði tosað við journalistar uttan fyri eina hernaðarstøð í La Paz.

- Generalur, tú ert handtikin, hoyrist røddin á varauttanríkisráðharranum, Jhonny Aguilera, siga.

Zuniga tosaði við miðlarnar stutt eftir, at herdeildir hansara høvdu tikið seg aftur frá plássinum við forsetaborgina. Í tímavís savnaðust herfólk har, meðan ein stríðsvognur royndi at bróta seg gjøgnum einar dyr í forsetaborgini.

Sambært landsins forseta, Luis Arce, royndi Zuniga at fremja statskvett.

Í hesum sambandi hevur forsetin tikið ein nýggjan hernaðarovasta, José Wilson Sanchez, í eið.

[object Object]Ein stríðsvognur varð brúktur í royndini at sleppa inn í forsetaborgina (Mynd: EPA)

Zuniga fór til forsetaborgina við lyftum um at “umskipa” bolivianska fólkaræðið og fáa “veruligt fólkaræði” í lag í staðin fyri “eitt, ið verður stýrt av somu persónum í 30-40 ár.”

Í gjár hoyrdist, at Zuniga var settur frá sum hernaðarovasti.

Tað hendi, eftir at hann skuldi havt hótt við at handtaka fyrrverandi forsetan í landinum, Evo Morales.

Morales hevur boðað frá, at hann ætlar at stilla upp til forsetavalið í 2025. Hann var forseti frá 2006 til 2019, tá hann í stríð við landsins stýrisskipan royndi at stilla upp til eitt fjórða forsetavalskeið.

Bolivianski stýrisskipanardómstólurin hevur noktað Morales at stilla upp til valið í 2025, men hann roynir framvegis at gerast valevni fyri flokk sín, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder