2024-01-19 09:17
Heimið Kvíggjartún á Argjum er klárt at taka í nýtslu, og í dag verðru bjóðað til almenna móttøku.
Kvíggjartún er karmur um bú-, frítíðar- og umlættingartilboð til børn og ung við autismu.
Kvíggjartún kann hýsa 6 búplássum, 6 umlættingarplássum og eini virkniseind til dagtilboð við upp til 15 børnum og ungum og eini starvsfólkaeind. Húsið er býtt í tríggjar eindir við smáum spæliøkjum uttanfyri.
Húsið verður opið frá klokkan 13, so møguleiki eisini er hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald