2023-12-17 10:25
Beint eftir døgurða í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Hálsi í Havn - uttanfyri Jysk - har ein kvinna varð ákoyrd av einum bili, tá hon var á veg yvirum vegin.
Har var eingin gonguteigur, men har er ein bunga, sum kann líkjast einum gonguteigi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Kvinnan slapp rættiliga væl frá óhappinum, men kanska hevur hon fingið eitt lítið beinbrot, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald