2025-03-23 09:43

Seinnapartin í gjár var eitt lítið ferðsluóhapp í Porkeri, har eitt gongufólk varð árent av einum bili.
Bilurin koyrdi við lítlari ferð, og gongufólkið fekk ikki stóran skaða, men varð kortini sent á sjúkrahúsið til kanningar.
Talan var um eina kvinnu við barnavogni, sum gekk framvið vegnum. Kvinnan fekk onkur skursl, men einki hendi við barninum.
Løgreglan veit ikki rættiliga, hví óhappið hendi, men málið verður kannað nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald