
Av onkrari orsøk datt ein kvinna út gjøgnum eitt opið vindeyga í Sirkus í Vágsbotni í nátt.
Tað skrivar Dimmalætting á heimasíðuni seinnapartin.
Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men løgreglan vil ikki siga meira um tilburðin.
Sunneva Háberg Eysturstein váttar hendingina, men hevur ikki yvirlit yvir hvat hendi og hvussu. Tað skal nú kannast hví hetta hendi.
Tað kemur øgiliga óvart á meg, at slíkt kann koma fyri, tí vit hava annars roynt at gera alt fyri, at júst sovorðið nakað ikki kann henda, sigur Sunneva Háberg Eysturstein við Dimmalætting.
Kvinnan var heppin, og datt niður á markisuna, sum tók ein part av fallinum áðrenn hon datt niður á vegin.
Les eisini: Fleiri fráboðanir um harðskap um vikuskiftið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald