Ein 39 ára gamal maður varð í gjár fongslaður í Hetlandi eftir at ein 24 ára gomul kvinna varð funnin deyð í Hetlandi.
Tað var um 17-tíðina sunnudagin, at løgreglan varð boðsend til ófrið í einum húsum í bygdini Sandness vestast á hetlendsku meginoynni.
Kvinnan varð funnin deyð á staðnum, og samstundis var 39 ára gamli maðurin fongslaður og fluttur á sjúkrahús.
Miðlarnir í Hetlandi og Skotlandi nevna ikki júst hvat er hent, men greiða frá, at fleiri løgreglubilar, sjúkrabilar umframt sjóverjan vóru til staðar, eitt nú tí ein bilur varð funnin á sjónum í lítlu havnini Melby nærhendis Sandness.
Í morgun var økið framvegis læst av, skrivar BBC.
Eitt lið av skotskum løgreglufólkum komin til Hetlands at kanna umstøðurnar. Tey siga so mikið, at tey ikki hava orsøk at leita eftir øðrum fólkum í sambandi við tað, sum er farið fram, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald