Uttanlands

Kvinna kann vera HIV-grødd uttan viðgerð

Kanska ein 30 ára gomul kvinna, hvørs andevni hava oydd HIV-virus í kroppi hennara, er lykilin til at basa HIV-smittuni

2021-11-17 16:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 30 ára gomul kvinna úr Argentina er eftir øllum at døma grødd fyri HIV, einans við egnari órinsverju. Tað er niðurstøðan í einum vísundaligari grein, sum dr.dk. endurgevur í dag.

Kvinnan fekk staðfest HIV í 2013. Hon búði tá saman við eini unnustu, sum var HIV-positiv, og ikki í viðgerð við heilivági. Hon varð eftir øllum at døma smittað tá.

Granskararnir kunnu ikki siga við 100 prosent vissu, at kvinnan er fullkomiliga grødd. Men hesi seinastu átta árini hava tey kannað kvinnuna aftur og aftur uttan at finna virus í kroppi hennara.

- Vanliga, tá ein persónur verður smittaður við HIV, finna vit virus í blóðinum, og rættiliga skjótt vil persónurin hava 100.000 til milliónir av viruskopium pr. millilitur av blóði, sigur Ole Schmeltz Søgaard, professari á Aarhus Universitet, har hann granskar í HIV, við dr.dk. Hann hevur hugt at kanningarúrslitunum frá argentinsku kvinnuni.

- Men her hava granskarar ikki megna at finna virus í blóðnum hjá kvinnuni, vísir professarin á.

Hinvegin kunnu granskararnir staðfesta, at kvinnan hevur gjørt andevni móti HIV-virusinum.

- Tá hon ger andevni, er tað tekn um, at virusið hevur verið í kroppinum, sigur Ole Schmeltz Søgaard.

Hevur onga viðgerð fingið
Argentinska kvinnan hevur onki slag av viðgerð fingið. Harvið er hon eitt av ógvuliga fáum fólkum í heiminum, sum er grødd fyri HIV.

Vanliga nørist HIV-virus við at kopiera seg sjálvt inni í kyknunum í kroppinum.

Tí royndu granskarar at máta andevni og leita eftir pettum av HIV-DNA í kyknunum hjá kvinnuni.

Granskarar hava leitað í 1,2 milliardum av hennara hvítu blóðkyknum. Í sjey teirra funnu tey slóð frá virusinum.

- Tað vil siga, at talan er um petti og harvið ikki eitt heilt virus, ið kann kopiera seg sjálvt, vísir danski professarin á.

- Tað er tekn um, at tað altso hevur verið virus í kroppinum, ella at tað framvegis er har, men bara fjalt, leggur hann afturat.

Sambært Ole Schmeltz Søgaard kunnu vera fleiri orsøkir til, at tað ikki er eydnast granskarunum at finna virus í kvinnuni.

- Ein møguleiki er, at hennara órinsverja hevur havt fullkomið tamarhald á virusinum og syrgt fyri, at tað ongantíð er komið fyri seg. Ein annar møguleiki er, at virusið frá byrjan hevur verið so oyðilagt, at tað ikki hevur klárað at smitta, sigur hann.

Kann kanska brúkast frameftir
Tað finnast persónar, sigur Ole Schmeltz Søgaard, ið ikki hava tað eina mýlið í kyknunum, sum HIV skal brúka til at smitta kyknurnar við. Tey kunnu av natúrligum ávum ikki verða smittað við HIV.

Men hatta hava granskararnir kannað, og tað sær ikki út til at vera orsøkin hjá hesi kvinnuni.

Hóast kvinnan er ein heilt serstakur tilburður, so kann hetta kanska brúkast í stríðnum móti HIV.

- Tað er sjáldsamt og heilt óvanligt. Men tað vísir, at tað er møguligt at grøða HIV. Kunnu vit finna orsøkina til, at hon ikki hevur ment vanligt HIV, hava vit eitt amboð, vit kunnu brúka í granskingini av HIV-viðgerðini, sigur Ole Schmeltz Søgaard.

- Um vit til dømis kunnu siga, at tað júst eru hesir eginleikarnir í eini mótstøðuførari kyknu, ið skulu til fyri at sleppa av við HIV, so kunnu vit kanska endurgera hesar hjá øðrum persónum umvegis koppseting ella genterapi, sigur hann.

Hóast ógvuliga fá fólk eru grødd fyri HIV gjøgnum tíðina, so finst tað í dag heilivágur, sum ger, at alsamt fleiri kunnu liva við virusinum, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder