Innanlands

Kvinna rakt av gummikúlum í høvuðsstaðnum

Tað kann vera revsivert at nýta sonevndan "soft-gun", og um ein verður raktur í eyga, er tað beinleiðis vandamikið, sigur løgreglan

Løgreglan heldur seg vita, hvørji tey í bilinum vóru. Ein revsing fyri brot á skilhaldsreglur fyriliggur helst - tað kann verða álvarsamari enn so fyri serliga tann rakta, um ein kúla kemur í eyga (Mynd: Jens Kr. Vang)

Løgreglan heldur seg vita, hvørji tey í bilinum vóru. Ein revsing fyri brot á skilhaldsreglur fyriliggur helst - tað kann verða álvarsamari enn so fyri serliga tann rakta, um ein kúla kemur í eyga (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-22 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava nøkur dømi verið um, at fólk nýta sonevndan "soft-gun" at skjóta við øðrum eftir. Talan er um gummikúlur, ið tískil ikki gera skaða í vanligum førum.

Tað kann tó vera vandamikið, um ein persónur verður raktur í eyga. Og tá kann tað eisini koma undir revsilógina - við at gera skaða á onnur. Hetta staðfestir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn eftir enn eina hending við gummikúlum.

Tað var umleið klokkan 20.30 í gjárkvøldið, at ein fráboðan kom frá einari kløkkari kvinnu. Hon gekk á Glyvursvegnum, tá ein bilur koyrdi framvið, og kvinnan føldi, at hon var rakt av einum og hvørjum.

Harvið er helst skotið úr bili. Løgreglan heldur seg vita, hvørji tey í bilinum vóru. Ein revsing fyri brot á skilhaldsreglur fyriliggur helst.

Vaktleiðarin hevði eina áheitan um at lata vera við nýta soft-gun: Um ein persónur fær eitt skot í eygað, kann skaðin vera álvarsamur, og tá verður revsingin sjálvandi eisini harðari.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder