Tríggir lærarar og tríggir næmingar, umframt gerningsfólkið lótu lív í einum skotrilburði á einum skúla í amerikanska statinum Tennessee í gjár.
Tað fekk amerikanska forsetan, Joe Biden, til enn einaferð at traðka fram og tala fyri, at vápnalógin í USA verður broytt, skrivar Reuters.
Forsetin heitir á kongressina um at samtykkja eitt bann móti kraftmiklum vápnum.
- Vit mugu gera meira fyri at støðga harðskapinum við vápnum. Hetta skræðir okkara samfelag sundur. Eg vil enn heita á kongressina um at samtykkja mítt uppskot til bann av kraftmiklum vápnum, segði Joe Biden í røðu síni.
Gerningspersónurin til sorgarleikin í gjár var ein 28 ára gomul kvinna, ið varð skotin og dripin av løgregluni á gerningsstaðnum. Sambært løgregluni varð hon vápnað við tveimum semiautomatiskum riflum og eini pistól.
Skottilburðurin fór fram á The Convenant Scool í Nashville, sum er ein privatur kristin skúli við umleið 200 næmingum. Skúlin er knýttur at eini presbyterskari kirkju.
Eitt av vápnunum hjá gerningskvinnuni (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald