Innanlands

Kvinna skuldsett fyri eldásetan á Toftum

Ákæruvaldið hevur nú fingið málið frá løgregluni

2019-07-17 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein kvinna, ið er fyrst í tríatiárunum, er skuldsett fyri at seta eld á eini sethús á Toftum 25. mars. Hetta skrivar Kringvarpið.

Løgreglan er liðug at kanna málið, og latið ákærumyndugleikanum málið, sum nú skal taka støðu til um ákæra skal reisast. Skuldsetta kvinnan, ið búði við húski sínum í húsunum noktar seg seka.

Eldurin kyknaði á loftinum í húsunum, sum ikki fingu stóran skaða. Greitt er ikki hví, kvinnan skuldi havt sett eld á.

Rætting 18. juli 13:47: Í fyrstu útgávu av hesari grein stóð, at ákæra varð reist. Soleiðis er ikki. Løgreglan hevur latið ákærumyndugleikanum málið, sum nú skal taka støðu til um ákæra skal reisast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder