Nógv fólk vóru savnaði í gjár, tá ið standmyndin eftir Fritjof Joensen varð avdúkað á krossinum í Víkavegur - Kommunubrekka.
Tað er Føroya Sjómannadagur, sum hevur tikið stig til standmyndina, sum er eftirgjørd eftir eini miniaturu hjá stóra listarmanninum, sum hevði kunna hildið sín 100 ára føðingardag í gjár.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og helt síðani eina røðu. Eisini greiddi Oliver Joensen, vegna Føroya Sjómannadag, frá um verkætlanina, áðrenn standmyndin varð avdúkað av dóttrini, Bernhardinu Klein.
Karin Kjølbro, sum í sínum uppvøkstri hevur verið tætt knýtt at Fritjofi Joensen og familjuni, hugleiddi um Fritjof sum persón og listamann.
At enda takkaði Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fyri og segði millum annað í síni røðu, at býlingurin, har standmyndin er staðsett, er merktur av tíðarinnar tonn, og fleiri spor eru viskað burtur.
Tí er henda standmynd eitt kærkomið prýðið fyri grannalagið, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu, har røðan hjá Jógvani Skorheim kann lesast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald