2024-04-13 17:08

Føroyska kvinnufelagið í Keypmannahavn verður 80 ár sunnudagin og í tí sambandi verður móttøka.
Móttøkan verður í Føroyahúsinum á Vesterbrogade frá klokkan 14 til 17.
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin ein túr framvið, og tiltakið er ókeypis. Boða frá luttøku á [email protected].
Kvinnufelagið er framvegis virkið og hevur nógvar limir. Bók um felagið er eisini útgivin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald