Eftir 25 ár sum leiðari í Kvinnuhúsinum fer Elin Reinert Plack úr starvinum sum leiðari í Kvinnuhúsinum 1. desember. Tá skal so ein nýggjur persónur í sessin, og greitt er nú, at hetta eisini verður ein kvinna.
Kringvarpið skrivar, at Kvinnuhúsið hevur fingið undantaksloyvi frá Javnstøðunevndini at søkja eftir kvinnu til starvið.
Lógin sigur annars, at tað er ikki loyvt at lýsa eftir fólki til eitt arbeiði, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun - uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. Í serligum førum kann Javnstøðunevndin tó geva eitt undantaksloyvi.
Hetta er gjørt í hesum førinum. Ólavur Ellefsen sigur við Kringvarpið, at umsóknin frá Kvinnuhúsinum, ið varð send 31. mai, er nú gingin á møti, tí mett verður at hetta er eitt heilt serligt føri. Hetta merkir, at eitt mannfólk ikki kann søkja um leiðarastarvið.
Í starvsumsóknini stendur sum nú er, at leita verður eftir persóni, men undir "Førleikakrøvum" stendur: "dugir at vera rólig í truplum støðum", ið jú er skrivað í kvennkyni.
Starvið er leyst at søkja fram til 2. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald