Uttanlands

Kvinnur og børn burturflutt

Undan álopunum í Ísrael í gjár eru fleiri kvinnur og børn blivin burturflutt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-08 15:00 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Í gjár blivu fleiri kvinnur og børn burturflutt, eftir ógvusligu álopini í Ísrael. Umboð frá israelska herinum, IDF, sigur, at tað er ímóti altjóða reglum at burturflyta kvinnur og børn. 

Hetta skrivar heimasíðan dr.dk í dag. 

Ísrael hevur ikki yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eru tikin til fanga av Hamas, men talan er um nógv fólk. Talan er um bæði sivilar borgarar og herðmenn. Fyri at skapa eitt yvirlit yvir, hvussu nógv fólk eru tikin til fanga, hevur ísraelski herurin, IDF, skipað ein bólk, sum hevur til endamáls at finna fólkini aftur. 

Avvarandi, sum hava mist ein familjulim til gísli, hava latið herinum DNA-royndir, soleiðis at tað kann gerast lættari hjá teimum at finna fram til fólkini. 

Altjóða miðlar skriva at 750 kvinnur og børn eru saknaði, men tølini eru ikki váttaði av ísraelskum miðlum í dag. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder