Í dag er árliga Kvinnurenningin á skránni.
Byrjað verður klokkan 15 við upphiting á Tórsbreyt, og endað verður umleið klokkan 17.
Kvinna, sum skipar fyri renningini, heitir í hesum sambandi á bilførarar um at vísa varsemi.
– Orsakað av verkfallinum eru eingir vegir stongdir, men nógvar kvinnur skulu yvir um gonguteigin við Mannbrekku frá umleið kl. 15:10 - 15:35, so vit heita á allar bilførarar um at vísa varsemi. Takk fyri, skrivar Kvinna í morgun.
Vegna verkfall er nýggj ruta gjørd til Kvinnurenningina. Hon sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald