Innanlands

Kvinnurenningin 2021 verður hvør sær

Upprunaliga skuldu umleið 1.200 kvinur savnast á Tórsbreyt leygardagin, men tað verður ikki mett at verða ráðiligt í verandi støðu

2021-05-27 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kvinnurenningin 2021 verður eins og hon verður í 2020, har kvinnurnar runnu hvør sær.

Í tíðindaskrivi í dag fegnast Kvinna stóru undirtøkuna til Kvinnurenningina í ár og takkar fyri stóra áhugan. Samstundis verður harmast: 

- Tíverri eru vit endaðar í teirri støðu, at tilmælini frá heilsumyndugleikunum og koronuráðgevingini í sambandi við Kvinnurenningina 2021 ikki loyva okkum at halda renningina, sum upprunaliga ætlað á Tórsbreyt leygardagin 29. mai kl. 15. Hetta harmast vit sjálvandi um, tí vit høvdu glett okkum at síggja allar tær mongu kvinnurnar til sjálva renningina og til eina hugnaløtu á Vaglinum aftaná. Men tíverri er ikki ráðiligt at savnað uml. 1.200 kvinnur úr øllum landinum til eitt so stórt felags tiltak við tí smittuvanda, sum er í løtuni.

Harvið verður at noyðast aftur í ár runnið hvør sær. Leygardagin klokkan skipa Bragdið og Kvinna fyri upphiting á Facebook-síðuni hjá Kvinnu. Síðani kunnu tær, ið luttaka renna einsamallar ella í smærri bólkum, har tær eru. Teinin bestemma luttakararnir sjálvir.

Til ber til at deila eina mynd frá renni- ella gongutúrinum á Instagram ella Facebook við at frámerkja, og so er ein við í kappingini um ymsu vinningarnir.  

- Vit vóna, at allar tær mongu kvinnurnar, ið eftir ætlan skuldu renna saman leygardagin, fáa eina hugnaliga løtu saman við eini góðari rennivinkonu í nærumhvørvinum í staðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder