Endaliga valúrslitið eftir Altingsvalið í Íslandi í gjár er nú almannakunngjørt, og nú er greitt, at kvinnur vunnu yvir helvtina av tingsessunum.
Av teimum 63 sessunum í íslendska tinginum, hava kvinnurnar fingið 33.
Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í evropeiskari søgu, at kvinnur hava helvtina ella meira av tingsessunum í einum tjóðartingi. Tað landið, sum hevur verið tættast við er Svøríki, sum hevur havt 47 prosent kvinnulig umboð.
Bert fimm onnur lond í heiminum hava í løtuni ein kvinnuligan meiriluta í teirra tjóðartingi, upplýsir felagsskapurin Inter-Parliamentary Union.
Í Rwanda eru 61 prosent av tjóðartingslimunum kvinnur, í Kuba er talið 53 prosent, í Nicaragua 51 prosent, og í Meksiko og Sameindu Arabisku Emiranum er helvtin av tinglimunum kvinnur.
Seinastu 12 árini hevur Ísland verið ovast á listanum hjá World Economic Forum yvir lond, ið hava mest javnstøðu.
Samgongan varðveitir meirilutan
Eftir valið er eisini greitt, at verandi samgonga hjá Katrín Jakobsdóttir varðveitir sín meiriluta í íslendska tinginum, men um samgongan heldur fram er tó ikki greitt.
Sjálfstæðisflokkurinn fekk 24,4 prosent av atkvøðunum og er framvegis størsti flokkur. Hann fær 16 tingsessir.
Næststørsti flokkurin er Framsóknarflokurinn og tann flokkurin, sum hevði størstu framgongdina á valinum í gjár. Hann fekk 17,3 prosent av atkvøðunum og fær 13 tingsessir, ið er fimm fleiri enn seinasta valskeið.
Vinstri grænir fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og hetta gevur honum átta sessir í Altinginum – tríggjar færri enn á seinasta vali.
Teir tríggir samgonguflokkarnir hava sostatt 37 av teimum 63 tingsessunum nú, skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald