Innanlands

Kvirra og forbøn í Sundby kirke

Í kvøld millum kl. 19 og 21 verður høvi hjá føroyingum at hava eina stilla løtu í Sundby kirke í Keypmannahavn – Kl. 19.30 byrjar skipaða løtan, har sálmar verða sungnir og prestur hevur bøn og signing. Ovi Brim, prestur leiðir løtuna

(Mynd: Sundby kirke/Facebook)

(Mynd: Sundby kirke/Facebook)

2022-07-04 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kjalarvørrinum á syrgiligu hendingini í Field's í gjár, verður høvi hjá føroyingum at hava eina stilla løtu í Sundby kirke í Keypmannahavn í kvøld millum kl. 19 og 21.

Tað skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.

– Keypmannahavn er í undantaksstøðu. Fólkið somuleiðis. Eins og altíð, ber til at venda sær til Guds.

– Kl. 19.30 byrjar skipaða løtan, har sálmar verða sungnir og prestur hevur bøn og signing. Ovi Brim, prestur leiðir løtuna.

– Høvi verður at tendra ljós. Sungið verður úr sálmabókaappini.

Sundby kirke er á Oliebladsgade 2 (beint við Amagerbrogade), 2300 KBH S.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder