Innanlands

Kvívík: Nú verður skúlin eisini hitaður við grønari orku

Seinasta mánaðin hevur skúlin verið hitaður við orku frá vatnmylluni – hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin sostatt onga olju nýtt í hesum tíðarskeiðnum

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

2021-11-07 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er eitt ár síðan, at vatnmyllan í Kvívík varð tikin í nýtslu, og dagstovnurin Áarlon hevur frá byrjan verið hitaður við orku frá vatnmylluni, og fyri einum mánaða síðani, 4. oktober 2021, varð skúlin í bygdini so eisini knýttur at mylluni.

Seinasta mánaðin hevur skúlin sostatt verið hitaður við grønari orku. Hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin onga olju nýtt henda mánaðin, skrivar Kvívíkar kommuna.

Seinasta árið hevur oljunýtslan í Áarlon verið umleið 2/3 lægri enn undanfarin ár. Oljunýtslan, sum hevur verið, kemst av, at myllan ikki hevur koyrt optimalt seinasta vetur, tí lítið av vatni var í ánni og frost órógvaði.

Vatnorkuætlanin hjá Kvívíkar kommunu er at hita kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru heilt lítil.

Arbeiðið við at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári, skrivar kommunan.

– Tá ið tað er liðugt, hava vit tvífaldað vatntøkuna, so orkuverkið kann verða meira støðugt. Um kommunan kundi gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði kommunan, sum tann fyrsta í landinum, rokkið málinum um null útlát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder