Innanlands

Kvívíkar kommuna tendrar jólatrøini um vikuskiftið

Fyrstu jólatrøini verða tendrað í kvøld – 26. november, og tey síðstu verða tendrað sunnudagin 28. november

(Mynd: Kvívikar kommuna)

(Mynd: Kvívikar kommuna)

2021-11-26 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jólatrøini í Kvívíkar kommunu verða tendrað um vikuskiftið.

Fyrstu jólatrøini verða tendrað í kvøld, og tey síðstu sunnudagin.

Í kvøld verða jólatrøini tendrað á Skælingi, í Leynum og á Stykkinum klokkan ávikavíst 18, 19 og 20.

Sunnudagin verður træið tendrað í Kvívík og á Válinum klokkan ávikavíst 15 og 18.

Á skránni báðar dagarnar verður m.a. felagssangur og røða, og eisini koma jólamenn á vitjan, boðar Kvívíkar kommuna frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder