Innanlands

Kvívíkar skúli 50 ár

Hátíðarhald verður á skúlanum hósdagin 27. august.

2026-08-24 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við 50 ára dagin verður hátíðarhald á skúlanum hósdagin tann 27. august kl. 14. – 18.00, har skúlin bjóðar inn til lagkøku, kaffi og te.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað hevði glett Kvívíkar kommunu at sæð bæði fyrrverandi næmingar, avvarandi, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar til eina hugnaliga løtu í skúlanum.

Á degnum verður búmerkið, sum Kvívíkar kommuna hevur latið skúlanum, avdúkað.

Kl. 15.00 verða talur, sangur og framløga um nýggja búmerkið. Føðingardagurin endar við konsert í skúlagarðinum, sum byrjar kl. 17.00

Kvívíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder