Aftur í ár er urðardansur í Kvívík. Tað verður leygardagin 9. september.
Til tiltakið verða nógvar góðar konsertir, dansur, matur, barr, kamping økið og mangt annað, ið verður eitt ordiligt brak av einum mentaligum degi.
Økið letur upp klokkan 14 og tá verður hoppiborg, barnatiltak og so framvegis.
Onnur á skránni til ársins urðardans í Kvívík eru Magni Christiansen, Hanus G., Sámal Ravnsfjall, Steintór Rasmussen & Pætur við Keldu, Eyðun Nolsøe, Karl Martin Samuelsen & Mikkjal Hvannastein og Spaðar 5.
Náttarbussur koyrir til Tórshavn og til Vestmannar tá tiltakið er liðugt sunnumorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald