Innanlands

Kvøldseta og kunning á Kambsdali

Týskvøldið verður árliga várkvøldsetan á Miðnámi á Kambsdali, umframt kunning og vegleiðing í sambandi við umsókn

2025-03-10 21:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin 11. mars verður árliga várkvøldsetan á miðnámi á Kambsdali. Á skránni verður eisini kunning og vegleiðing í sambandi við umsóknarfreistina 15. mars.

Dyrnar lata upp klokkan 18. Lestrarvegleiðarar og umboð fyri serbreytina vera at hitta, og vegleitt verður um útbúgvingarval, kunnað verður um útbúgvingar skúlans og sjálvandi verður eisini ein góður kaffimunnur at fáa, skrivar Miðnám á Kambsdali í tíðindaskrivi.

Klokkan 19 byrjar árliga várkvøldsetan í Auluni, har stóra skúlakórið m.a. fer at framføra, og filmurin "Síðsti dropin", sum vann stuttfilmskappingina hjá Námi verður sýndur. Ymiskar næmingaframførslur eru eisini á skránni, umframt samrøða við næmingar, sum taka føroyskt sum annaðmál (FSA) á Kambsdali.

Fastur táttur á várkvøldsetuni er, at ein fyrrverandi næmingur vitjar og sigur frá síni lívsleið eftir miðnám. Í ár verður tað stjórin í Navia, Óli Kristian á Torkilsheyggi.

Skúlin bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið, og dyrnar eru opnar so leingi fólk hava tørv á kunning og vegleiðing. Sjálv kvøldsetan verður frá klokkan 19 til umleið 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder