Várkvøldsetan hjá Miðnámi á Kambsdali verður nú hóskvøldið, í morgin 7. mars. Dyrnar lata upp klokkan 18, og fjølbroytta skráin í auluni byrjar klokkan 19.
Næmingar vísa fram ymiskt, sum teir arbeiða við í lærugreinum. Hesaferð eru tað stuttsøgur, filmar, tónleikur og framløgur frá næmingum í innovatión, sum vóru við til kappingina "Ungt virki" 1.mars. Harumframt er afturvendandi tátturin “fyrrverandi næmingur” á skrá.
Á várkvøldsetu fáa vit ofta vitjan av einum fyrrverandi næmingi. Hesaferð er tað Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, sum fer at greiða okkum frá útbúgvingar- og yrkisleið síni m.a. ákæri og dómari í Føroya Rætti og nú umboðsmaður.
Herfyri var kunningartiltakið um miðnámsútbúgvingar skúlans útsett. Nú verður høvi at hitta lestrarvegleiðing skúlans, sum er fús at kunna og vegleiða komandi og verandi næmingar og avvarðandi um breytir, lærugreinir, vallærugreinir og annars útbúgvingarmøguleikar. Frá kl. 18 og restina av kvøldinum er lestrarvegleiðingin tøk.
Fleiri næmingar á skúlanum fáast í frítíðini við list av ymiskum slagi. Á várkvøldsetuni verður høvi at síggja nakað av hesum í steðginum, tá kantinan eisini bjóðar drekkamunn, eins og básar hjá innovatión sýna fram.
Øll eru vælkomin á várkvøldsetuna: næmingar og avvarðandi, fyrrverandi næmingar og komandi næmingar og annars øll, sum vilja støkka inn á gólvið at síggja og hoyra um ein part av tí, sum fyriferst á Miðnámi á Kambsdali.
Miðnám á Kambsdali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald