Føroyar hava í tráð við heimsmálini hjá ST, sett sær sum mál, at fíggja ymiskt hjálpararbeiði. Millum annað eina sera týdningarmikla og spennandi verkætlan hjá Bláa Krossi í Kjad.
Kjad hevur áleið 11 millónir íbúgvar. Harav liva 61,9 prosent undir fátækramarkinum, sum er 1.25 dollarar um dagin. Hetta svarar til 8.42 krónur. Kjad er eitt av heimsins fátækastu londum og hevur verið merkt av ófriði, nógvum hernaðarkvettum og borgarakríggi seinastu 30 árini. Tað er eitt oyðimarkaland sunnan fyri Libya og umframt omanfyrinevndu avbjóðingar, hava turkur og hungursneyð eisini rakt landið seinastu árini, ið ger støðuna sera trupla í hesum landið. Í Kjad eru rúsevnismisnýtsla og kynsrelateraður harðskapur eisini stórar avbjóðingar og serliga hetta vendir verkætlanina sær ímóti.
Verkætlanin, ið verður fíggjað úr Føroyum, er ein lívsførleikaskúli fyri ung, har tey verða upplærd og ment kensluliga, sosialt og fíggjarliga – førleikar, ið eru týdningarmiklir fyri at fóta sær í lívinum. Fokus er eisini á at hjálpa teimum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja bundni og harðskapi. Tað er Blái Krossur í Kjad, sum stendur fyri verkætlanini, og Bedingar Ngarossorang (kallaður Eloi) er leiðari av hesi verkætlan.
Bedingar Ngarossoranger verður í Føroyum í nakrar dagar, har hann kemur at vitja ávísar skúlaflokkar, ymiskar stovnar, landsstýri o.s.fr., Hann kemur til kvøldsetuna at greiða frá verkætlanini, samfelagsligum viðurskiftum og um støðuna ímillum ungdómin í Kjad.
Á skránni 6. november verður
- Frágreiðing frá Bedingar Ngarossorang
- Sangframførðsla við ‘Tær fýra’
- Drekkamuður
- Møguleiki at seta spurningar aftaná
Blái Krossur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald