Mentan

Kvøldskúlin roynir aftur í kvøld

Tilmeldingin til skeiðini hjá Tórshavnar Kvøldskúla, sum hevur verið útsett fleiri ferðir, byrjar í kvøld kl. 18

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-01 11:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tilmeldingin til skeiðini hjá Tórshavnar Kvøldskúla hevur verið útsett fleiri ferðir orsakað av ymiskum tekniskum trupulleikum, men í kvøld verður enn ein roynd gjørd.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at tilmeldingin byrjar í kvøld, 1. oktober klokkan 18 á www.kvoldskulin.fo. Tilmeldingin endar sunnukvøldið 4. oktober á midnátt.

Mint verður á, at øll mugu tilmelda seg av nýggjum til skeiðini við at rita inn og innlesa gjaldskort. Borgarar, sum ikki hava skrásett seg sum brúkarar hjá Kvøldskúlanum, kunnu longu nú fara inn og skráseta seg.

Orsakað av støðuni við korona ber ikki til at koma inn á skrivstovuna at melda seg til, men um ein tørvar hjálp kann ein senda teldupost til [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder