Uttanlands

Kyiv: Tveir persónar latið lív í rakettálopi

Boðað verður eisini frá fleiri álopum í Russlandi í gjár

Kyiv (Mynd: Ritzau)

Kyiv (Mynd: Ritzau)

2023-08-30 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir persónar lótu lív, og ein varð særdur í einum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í morgun, upplýsa lokalir myndugleikar.

Talan er um tað "mest kraftmikla" álopið síðan í vár, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko.

Russiska verjumálaráðið sigur eisini, sambært DR, at Russland seint týskvøldið oyðilegði fýra ukrainsk hernaðarskip í Svartahavinum við upp móti 50 ukrainskum herfólkum umborð.

Í Russlandi fingu fýra flutningsflogfør hjá herinum skaða undir einum dronuálopi á hernaðarfloghavnina í russiska býnum Pskov, ið liggur uml. 700 kilometrar frá ukrainska markinum, nærindis markið til Estland og Lettland.

Talan var um eitt av fimm álopum á russisk øki. Fleiri dronur raktu floghavnina í Pskov, og dronur vórðu eisini skotnar niður yvir landslutirnir Oryol, Bryansk, Ryazan, Kaluga og Moskva.

Ikki er boðað frá nøkrum fólkaskaða, men meðan støðan á flogbreytini verður kannað í dag, verður eingin flogferðsla umvegis floghavnina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder