
Ein húsaeigari í Klaksvík hevur fingið bót fyri brot á tilbúgvingarlógina.
Tað var seint í gjárkvøldið, at løgreglan varð fráboðað um, at tað var nógvur roykur millum húsini einastaðni í býnum.
Løgreglan fór á staðið og kundi staðfesta, at roykurin kom frá einum báli í einum urtagarði. Sambært tilbúgvingarlógini er hetta ikki loyvt uttan við serligum loyvi frá løgregluni. Eigarin av ognini fær tí eina bót fyri at brenna bál.
Seinni í nátt varð løgreglan aftur boðsend út í býin í Klaksvík, eftir at ein tjóvaríalarmur í einum bygningi fór í gongd.
Løgreglan fór á staðið saman við ábyrgdarpersóni, men tey kundu staðfesta, at onki var at koma eftir. Vakmyndatól vórðu kannað, og staðfest varð, at ongin persónur hevur verið inni í bygninginum, og talan tí hevur verið um ein tekniskan feil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald