Í morgin, triðja sunnudag í advent, skipar bólkurin handan átakið Samhugi við Palestina fyri kyndlagongu fyri varandi vápnahvíld í miðbýnum í Havn.
Síðan ræðuliga álopið hjá Hamas tann 7. oktober, sum drap næstan 1200 fólk, hevur ísraelski herurin dripið yvir 18.000 sivil fólk í Gaza. Sambært altjóða mannarættindaserfrøðingum hevur Ísrael framt fleiri krígsbrotsverk og onnur mannarættindabrot í sínum ágangi á palestinska fólkið í Gaza.
– Ísrael hevur dripið næstan 8.000 palestinsk børn hesar seinastu tveir mánaðirnar. Tað er meir enn samlaða talið á børnum í Tórshavnar kommunu. Serfrøðingar lýsa støðuna sum eitt ‘skúlabókadømi av einum fólkadrápi.’ Neyðhjálparfelagsskapir á staðnum siga, at teir hava ongantíð áður sæð nakað líknandi. Vit kunnu ikki longur góðtaka, at Føroya fólkavaldu myndugleikar ikki úttala seg og gera sítt fyri at ávirka støðuna, har teir kunnu.
Tað siga fyriskipararnir, sum eisini eru farnir undir eina undirskriftainnsavnan, ið heitir á løgmann og politisku myndugleikarnar í Føroyum um at fordøma ágangin, sum Ísrael fremur í Gaza, líka sum samgongan fordømdi álopið tann 7. oktober.
– Tað kann vera, at Føroyar er eitt lítið land við avmarkaðum møguleikum at ávirka altjóða stórpolitikk, men hetta snýr seg eisini um at vera á røttu síðuni av søguni. Vit ynskja ikki at vera tigandi áskoðarar til eitt fólkadráp, siga fyriskipararnir.
Fyrr í vikuni atkvøddi ein stórur meiriluti av ST limalondunum fyri einari humaniterari vápnahvíld í Gaza. Avtalan er tó ikki bindandi og snýr seg einans um ein fyribils vápnasteðg, ið skal loyva bráðfeingis neyðhjálp inn í Gaza.
– Tað, at fleiri lond nú krevja vápnahvíld, vísir at kravgongurnar kring heimin og fólksliga trýstið fyri vápnahvíld, ger mun. Tí mugu vit øll blíva við at leggja trýst á politisku myndugleikarnar, inntil ein varandi vápnahvíld er fingin í lag, og inntil blóðbaðið í Gaza steðgar, siga fyriskipararnir.
At skipa fyri einari kyndlagongu fyri vápnahvíld triðja sunnudag í advent er sambært fyriskiparunum eitt upplagt høvi at varpa ljós á óhugnaliga veruleikan hjá palestinska fólkinum beint nú, umframt at vísa samhuga við palestinum í Føroyum, hvørs jól í ár munnu vera merkt av ófatiligari sorg og trauma.
Í Bethlehem, har sum jólini stava frá, hava kirkjurnar valt at avlýsa øll jólahátíðarhald vegna støðuna í Gaza. Bethlehem liggur í einum øðrum parti av hersettu palestinsku økjunum (í Vestara Áarbakka).
– Tað er ómøguligt at hátíðarhalda jól, samstundis sum eitt fólkadráp fer fram í Gaza. Jólini snúgva seg um Guds samhuga við teimum, sum eru kúgað og teimum, sum líða. Um Jesus bleiv endurføddur í ár um hesa tíðina, so bleiv hann føddur undir ísraelskum bumbuálopum og í múrsteinsbrotunum í samhuga við fólkinum í Gaza, segði lutherski presturin Munther Isaac við Al Jazeera fyri nøkrum døgum síðani.
Munther Isaac legði afturat, at hóast jólahátíðarhaldini eru avlýst, so eru jólabønirnar í Bethlehem ikki avlýstar.
Tað er í hesum andanum, at fyriskipararnir bjóða til kyndlagongu í miðbýnum hendan triðja sunnudagin í advent - í bøn fyri og í vón um eina varandi vápnahvíld í Gaza, ongantíð ov skjótt.
Kyndlagongan verður sunnudagin 17. desember kl. 15 og byrjar á Bursatanga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald