Innanlands

Kynskvotur og barnsburðarfarloyvi til menn riggaði fyri okkum

Íslendska Rósa Guðrún Erlingsdóttir sum í gjár var við til at skipa fyri javnstøðudegi fyri monnum, heldur tað vera týdningarmikið at menn luttaka í javnstøðukjakinum

(Mynd: Rósa Guðrún Erlingsdóttir)

(Mynd: Rósa Guðrún Erlingsdóttir)

2019-06-12 16:45 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Grundin til at vit royna at náa til fleiri menn í javnstøðukjakinum er bæði tí, at tað er størri møguleiki fyri, at menn sita í leiðandi størvum, men eisini tí at menn eru pápar, menn eru eisini ungir dreingir, sum við størri sannlíkindum sita í fongsil, sum við størri sannlíkindum fremja sjálvmorð og at fremja harðskap. 

Tað sigur Rósa Guðrún Erlingsdóttir, sum er forkvinna í norðurlendsku embætisnevndini fyri javnstøðu. Í gjár var ráðstevna fyri javnstøðu við sjóneykuni á mannfólk í javnstøðukjakinum. Ráðstevnan nevnist Barbershop, og skipað hevur verðið fyri henni fleiri staðni kring heimin. Rósa Guðrún Erlingsdóttir, sum hevur verið við frá byrjan. 

- Tað er týdningarmikið at fyribyrgja teimum líðingum, sum hesar negativu mannfólkahugmyndir hava fyri lívi hjá hesum ungu dreingjunum, sigur Rísa G. Erlingsdóttir. 

Íslendski arbeiðsmarknaðurin líkist nógv tí føroyska, tí Ísland eins og Føroyar er eitt fiskivinnusamfelag. Men tað er stórur munur á javnstøðupolitikkinum hjá Føroyum og Íslandi. Menn í Íslandi hava eitt nú rætt til 12 vikur av barnsburðarfarloyvi og í 2013 samtykti Altingið lóg um kynskvotur í privatum fyritøkum. Og Rósa Guðrún Erlingsdóttir heldur, at tað er neyðugt við lógarbroytingum, um nakað skal broytast. 

- Barnsburðarloyvi til menn hevur eitt nú broytt nógv fyri kvinnur eisini. Tí at um menn eru meira heima, fáa kvinnur eisini meira tíð á arbeiðsmarknaðinum til at arbeiða seg fram í størvum, greiðir Rósa Guðrún Erlingsdóttir frá. Hon leggur tó dent á, at hon sjálvandi ikki kann siga nakað um, hvat føroyingar áttu at gjørt. 

- Men eg kann staðfesta, at hettar hevur riggað fyri okkum, leggur hon afturat. 

Byrjaði hjá íslendingum í New York 
Men hvussu ber tað til, at Íslendingar taka stig til ráðstevnur kring heimin innan javnstøðu? 

- Tað var sendikvinnan hjá Íslandi í ST, Greta Gunnarsdóttir, ið var leiðari fyri nevndini hjá Íslandi í heimsmálunum, ið helt at ov lítil umrøða var um javnstøðu, og tað als ikki varð tosað um mannfólk í samband við javnstøðu, greiðir Rósa Guðrún Erlingsdóttir frá. Hon sigur, at Greta Gunnarsdóttir tí tók stig til Barbershop ráðstevnu saman við ørðum londum, har ið einans menn skuldu luttaka, men at nakrar kvinnur vóru við á ráðstevnuni kortini. 

- Ráðstevnan var øgiliga væl móttikin og hevði stóra ávirkan. Tí tók íslendska uttanríkisráðið stig til at halda tílíkar Barbershop ráðstevnur í øllum altjóða stovnum, sum ísland hevur atgongd til, leggur Rósa Guðrún Erlingsdóttir afturat. Hon sigur at eftirspurningurin er øgiliga stóru nú. 

- Eftir at hava fyriskipa 20-39 tílíkar ráðstevnur, klára vit ikki at nøkta eftirspurningin, tí tað eru so nógv lond, sum vilja hava okkum at skipa fyri tílíkum ráðstevnum, sigur Rósa Guðrún Erlingsdóttir at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder