Mentan

Kynstrið at vera eydnusamur á Tjóðpallinum

Longu mánadagin 6. januar setur Tjóðpallurin hol á 2020 við frumsýningini av “Kynstrið at vera eydnusamur - 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru” eftir virðislønta danska leikritahøvundan Rune David Grue

Mynd: Tjóðpallur Føroya/Høgni Heinesen

Mynd: Tjóðpallur Føroya/Høgni Heinesen

2020-01-03 07:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talan er um eina kolasvarta sjálvhjálpskomediu, sum leysliga byggir á bók hjá heimsspekinginum Arthur Schopenhauer, ið livdi frá 1778-1860.

Í leikinum fáa áskoðaranir 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru frá teimum trimum leikarunum Annfinni Heinesen, sum eisini leikstjórnar leikinum, Biritu Adelu Davidsen og Gunnvá Zachariasen. Stuttligu og serstøku pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt.

Leikurin hevur verið sýndur á Betty Nansen í Keypmannahavn og fyri hesa pallseting fekk Rune David Grue heiðursløn frá Statens Kunstfond.

[object Object]

Kynstrið at vera eydnusamur

eftir Rune David Grue
frítt eftir Arthur Schopenhauer

Týðing, tillaging og leikstjórn: Annfinnur Heinesen
Pallmynd: Edward Fuglø
Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen, Annfinnur Heinesen
Ljóssniðgeving: Turpin N. Djurhuus
Búnar: Katrin Bonde
Tónleikur: Kári Bæk

Trailari til leikin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder