Mentan

Kynstrið at vera eydnusamur spælir fyri fullum húsum

Seinasta sýning verður 25. januar

2020-01-16 11:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyingar hava tikið væl ímóti kolasvørtu komediuni "Kynstrið at vera eydnusamur”, verður spældur á Tjóðpallinum í hesum døgum.

Spælt hevur verið fyri fullum húsum síðani 6. januar, og afturmeldingarnar frá áskoðarum og ummælarum hava verið serstakliga góðar. Allarseinasta sýning er longu 25. januar, og longu nú er útselt til fleiri av seinastu sýningunum, upplýsir Tjóðpallurin í tíðindaskrivi.   

“Kynstrið at vera eydnusamur” eftir virðislønta danska leikritahøvundan Rune David Grue er ein svørt sjálvhjálpskomedia, sum leysliga byggir á bók hjá svartskygda heimsspekinginum Arthur Schopenhauer, ið livdi frá 1778-1860. Í leikinum fáa áskoðaranir 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru frá teimum trimum leikarunum, Annfinni Heinesen, sum eisini leikstjórnar leikinum, Biritu Adelu Davidsen og Gunnvá Zachariasen.

Stuttligu og serstøku pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder