49 ára gamli Nikos Christodoulides, fyrrverandi uttanríkismálaráðharri á Kýpros, vann í gjár forsetavalið í landinum.
Christodoulides vann seinna og avgerandi valumfarið við 51,9 prosent av atkvøðunum, meðan mótstøðumaður hansara, 66 ára gamli Andreas Mayroyiannis fekk 48,1 prosent.
Fyrsta valumfarið varð hildið 5. februar, og har eydnaðist tað ikki nøkrum av valevnunum at fáa yvir 50 prosent av atkvøðunum, og tí var eitt seinna umfar hildið í gjár.
Tilsamans 14 valevni stillaðu upp í fyrsta valumfarinum, men í gjár vóru bert tvey valevni eftir.
Christodoulides, sum fekk 32 prosent av atkvøðunum í fyrsta umfari, varð sæddur sum favorittur at vinna valið. Mayroyiannis fekk nærum 30 prosent at atkvøðunum.
Christodoulides stillaði upp sum uttanflokkamaður, eftir at hann í januar í fjør fór úr konservativa flokkinum.
Núverandi forsetin, konservativi Nicos Anastasiades, hevur sitið í embætinum síðan 2013. Eitt valskeið er fimm ár, og kann ein forseti bert sita tvey valskeið. Sostatt kundi Anastasiades ikki still auppaftur, og varð sagt, at hann stuðlaði Christodoulides.
Christodoulides tekur við sum forseti 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald