Uttanlands

La Sagrada Familia stongd orsakað av ófriði í Barcelona

Ófriður hevur verið síðan mánadagin, og hevur hetta nú við sær, at heimskenda kirkjan er stongd í løtuni

La Sagrada Familia (Mynd: Visualhunt.com)

La Sagrada Familia (Mynd: Visualhunt.com)

2019-10-18 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er framvegis ófriður í Barcelona, og mótmælini hava nú við sær, at kirkjan La Sagrada Familia, sum á hvørjum ári dregur nógvar mió. ferðafólk at sær, má steingja.

Hetta upplýsa keldur úr lokalu myndugleikunum sambært Ritzau.

Sambært altjóða Twitter-síðuni hjá La Sagrada Familia hevur ein bólkur av mótmælisfólkum staðið framanfyri inngongdini til kirkjuna, og sleppa fólk tí ikki inn í løtuni.

Í dag er fimti dagur á rað, at mótmælt verður í katalanska høvuðsstaðnum, og aktivistar hava eisini blokerað fleiri vegir í landnyringspartinum av landinum. Umframt hetta eru arbeiðarar farnir í verkfall.

Tað var mánadagin, at spanski hægstirætturin gav fleiri fyrrverandi katalanskum leiðarum fongsuslsrevsing fyri at eggja til uppreistur, og er hetta orsøkin til, at ófriður er í løtuni.

Les eisini: Puigdemont givið seg upp til belgiskar myndugleikar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder