Uttanlands

Labour stendur til at vinna í Bretlandi

Alt bendir á ein stórsigur, og at Keir Starmer flytir inn í 10 Downing Street

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-03 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at næsti forsætisráðharrin í Bretlandi fer at eita Keir Starmer. Konservativi flokkurin sær út til at fáa vánaligasta valið nakrantíð, tá bretar hósdagin fara á velja nýtt undirhús.

Valið fer væntandi at merkja endin á 14 ára langa konservativa stýrinum í Bretlandi, sum byrjaði tá David Cameron tók yvir í 2010.

Tí veljarakanningarnar geva Labour flokkinum stórsigur. 40 prosent av bretum siga seg fara at velja arbeiðaraflokkin, meðan 20 prosent sige seg at fara at velja konservativu Tories. Reform UK ytst á høgraveinginum stendur til at fáa 17 prosent og liberaldemokratarnir í miðjuni 15 prosent, skrivar finska kringvarpið, Yle.

Bretar skulu velja 650 limir til undirhúsið í tjóðartinginum. Landið er býtt upp í 650 valdømi, har valevnið, ið fær flest atkvøður gerst tjóðartingslimur.

Orsaka av hesi valskipanini kann lutfalsliga undirtøkan hjá flokkunum enntá merkja, at upp móti 70 prosent av tjóðartingslimunum koma frá Labour.

Sambært venjarakanningunum kann Labour fáa 450 ella fleiri sessir í tinginum, meðan tey konservativu kunnu fáa undir 100 sessir. Á valinum í 2019 fekk konservativi flokkurin 365.

Høgrapopulistarnir, Reform UK, undir leiðslu av Brexit-oddamaninum Nigel Farage, standa til at fáa umboðan í tjóðartinginum á fyrsta sinni. Sambært veljarakanningunum geva tey 15 prosentini tó ikki meira enn ein ella tveir sessir á tingi.

Rishi Sunak, forsætisráðharri, lýsti eftir ein ósigur í mai út nýtt tjóðartingsval. Síðan tá hevur gingið aftur hjá teimum konservativu í veljarakanningunum.

[object Object]
Keir Starmer, helst komandi bretski forsætisráðharrin, her í samrøðu við skotska fyrstaráðharran, John Swinney (Mynd: EPA)

Konservativur ósigur meira enn Labour sigur

Risi Sunak tók við sum forsætisráðharri á heysti 2022 eftir floksfelagan Liz Truss, sum sat í sessinum í einans seks vikur.

Sostatt sær út til, at tað verður leiðarin í Labour, Keir Starmer, sum flytir inn í 10 Downing Street og gerst bretskur forsætisráðharri.

62 ára gamli løgfrøðingurin hevur staðið á odda fyri bretska arbeiðaraflokkinum síðan 2020, og hesi árini er eydnast honum flyta flokkin meira inn móti miðjuni.

Labor sat seinast í stjórn frá 1997 til 2010 við Tony Blair og Gordon Brown sum forsætisráðharrum.

Eisini í 1997 var talan um ein stórsigur til Labour eftir at hava sitið 18 ár í andstøðu.

Hesaferð sær út til at søgan meira er eitt stórtap hjá teimum konservativu heldur enn ein eydnusøga hjá Labour.

Eftir Brexit og koronafarsóttina er ikki eydnast teimum konservativu at stýra Bretlandi á nøktandi hátt, og nú hava bretar fingið nokk av øllum teimum brotnu lyftunum.

Umframt at ein partur av høgraatkvøðunum fara til Reform UK, so sær út til at tey konservativu eisini missa til liberaldemokratarnar.

Sambært summum veljarakanningum er enntá møguleiki fyri, at liberaldemokratarnir fara fram um tey konservativu í tjóðartingslimum. Tað vildi verið eitt stórt fall og eyðmýking fyri konservativa flokkin, skrivar yle.fi við Reuters, BBC, The Economist og The Guardian sum keldum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder