Mentan

Laða rætt og frágarð uppaftur

Húsavíkingarnir Jens Pauli Dam og Regin Sørensen eru farnir undir at laða rættina og frágarðin Norðuri við Hálsavøtn uppaftur

Mynd: Sands kommuna

Mynd: Sands kommuna

2019-02-11 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sandoy: Norðuri við Hálsavøtn, í Vatnabyrgi, eru menn farnir at laða rættina og frágarðin uppaftur.

Tað eru húsavíkingarnir Jens Pauli Dam og Regin Sørensen sum eru farnir undir hetta arbeiðið.

Tað er stórt fagurfrøðiligt og søguligt virði í grótgørðunum og rættunum í Føroyum, og tí kunnu vit fegnast stórliga um, at vit enn eiga menn sum hava evnini og áhugan at halda hesi viðlíka, sigur Sands kommuna.

Jens Pauli hevur víst vegin í fleiri áratíggju við sínum eldhuga, og hevur hann laðað mangan garðin og mangt gróthúsið uppaftur. 

Rættin í Vatnabyrgi er elligomul, og hon var brúkt til fyrst í 1980-unum. Rættin liggur í Fjallshaga, Norðara parti.

Hetta er gott pensionistaarbeiđi hildu teir báđir fyri, tá vit vitjađu í Vatnabyrgi, sigur Sands kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder