Samgongan fer at endurskoða kringvarpslógina og kringvarpsgjøldini í hesari tingsetuni. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til grein 52 fyrispurning frá Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum.
Funnist hevur verið at tí, at tær smáu fyritøkurnar rinda nógv í kringvarpsgjaldið, og hetta ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við, sigur hann. Ætlanin er millum annað at gjaldið hjá smærru vinnufyritøkum verður lækkað, svarar hann.
Beinir Johannesen spurdi eisini hvussu nógvir landsstovnar, sjálvsognarstovnar, interkommunalir felagsskapir, kommunalir stovnar og vinnueløg rundaðu kringvarpsgjald fyri 2019.
158 almennir stovnar, 100 kommunur kommunalir stovnar og 1.351 vinnufeløg fingu rokning frá TAKS í 2019, upplýsir landsstýrismaðurin í svarið til fyrispurningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald