Innanlands

Lægri positivprosent og færri eru nú innløgd

Næstan 3.500 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og 65 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir. Samlaða smittutalið er eitt vet hægri, men tvey færri eru innløgd í mun til í gjár

Samanlagt 469 eru smittað við koronu í løtuni - trý eru innløgd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Samanlagt 469 eru smittað við koronu í løtuni - trý eru innløgd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-12-23 17:43 Author image
Agnar Prestá

Seinastu koronutølini fyri jól eru kunngjørd, og hóast 16 fleiri nú eru skrásett sum smittað - samanlagt 469 - , so er tað jaligt, at tvey færri eru innløgd við koronu í mun til í gjár, og at sjálvt positivprosentið er lægri.

Í gjár, mikudagin 22. desember vórðu heili 3.483 fólk kannað fyri koronu í Føroyum, sambært tølunum hjá corona.fo. 65 av teimum fingu svar, at tey vóru positiv. 

Hetta gevur eitt positivprosent á 1,87, ið er væl lægri, enn tað var í gjár, og tað sum í høvuðsheitinum hevur verið seinastu dagarnar. Í mun til omikrom og tølini, ið síggjast í øðrum londum, so er landslæknin vælnøgdur við eitt positivprosent, sum liggur nakað yvir tvey. Hetta segði hann við Kringvarpið fyrr í vikuni.

Trý fólk eru innløgd við koronu í Føroyum. 

Týsdagin varð kunngjørt, at núverandi koronutilmæli halda fram til eftir nýggjár. Tá staðfesti løgmaður tó, at fylgt verður neyvt við støðuni, og um tað gerst neyðugt, so verður komið við nýggjum átøkum millum jól og nýggjár.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald