
407 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár í teimum 697 kanningunum, sum vórðu gjørdar, vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum.
Eisini gjørdust 520 fólk frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu, og sostatt eru tað nú 2.496 fólk positiv í løtuni. Hetta eru 114 fólk færri enn í gjár.
Tað eru nú fýra fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum av koronu. Hetta er lægsta tal av innløgdum síðani fyrst í hesum mánaðinum. Níggju onnur eru innløgd við koronu, men innleggingarorsøkin er ein onnur enn covid-19.
26 fólk eru deyð við koronu í Føroyum. Hetta er ein fleiri enn í gjár.
Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald