Innanlands

Lægsta tal síðan 13. oktober

Bert fýra smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár – 324 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og 181 royndir eru ikki greinaðar enn, upplýsa myndugleikarnir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-12-26 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu fýra nýggir smittutilburðir staðfest í Føroyum, vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum. Hetta er heldur óvanliga lágt í mun til tey tølini, sum vit hava vant okkum við seinastu mánaðirnar.

Hetta er helst orsakað av, at munandi færri kanningar vórðu gjørdar í gjár enn vanligt – 324 – og at allar kanninagarnar enn ikki eru greinaðar. Á korona.fo verður upplýst, at 181 royndir, sum vórðu tiknar í Suðuroy í gjár, verða greinaðar seinni í dag.

Talið, sum er kunngjørt í dag er tað lægsta síðan 13. oktober. Tá vórðu eisini bert fýra nýggir tilburðir staðfestir. 

Í løtuni eru 414 fólk staðfest smittað við koronu. Tað eru 31 færri enn í gjár. Trý eru innløgd í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder