Innanlands

Lækka hámarksferðina á Velbastaðvegnum

Á strekkinum frá Norðrasta Horni til Gamla Velbastaðvegin verður feðrin lækka frá 80 km/t til 60 km/t

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-04-19 16:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur gjørt av at lækka hámarksferðina á strekkinum frá rørportrinum á Norðasta Horni til Gamla Velbastaðvegin.

Hámarksferðin er nú lækkað frá 80 km/t til 60 km/t.

Orsøkin er vaksandi ferðslan á Velbastaðvegnum saman við fleiri til- og frákoyringum til bussvendipláss, Norðasta Horn og træðarvegir. Broytingin er sostatt gjørd fyri at økja ferðslutrygdina í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder