Í juni mánaði varð spakin settur í, og í dag 23. januar er arbeiðið avhendað.
Arbeiðið at byggja afturat læknamiðstøðini í Gøtudali er nú komið somikið áleiðis, at Articon og Eysturkommuna hava skrivað undir avhendingarskjal, og eru Articon harvið lidnir at byggja.
Býráðið játtaði 8,9 mió. til arbeiðið í 2024, og hósdagin 18. apríl varð sáttmáli millum Articon og Eysturkommunu undirskrivaður.
Spakin varð settur í 19. juni, og hóast ávirkan uttanífrá og summarferiu í tíðarskeiðinum standa hølini nú liðug.
Eftir er bert at seta leysa innbúgvið upp, og verður hetta gjørt í næstum. Tá hølini eru endaliga klár, verða allir borgarar bodnir til móttøku, har møguleiki verður at skoða nýggju hølini.
Við nýggju hølunum verður møguligt hjá øllum borgarum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald