Innanlands

Læknamiðstøðin í Gøtudali verður útbygd

Eysturkommuna hevur samtykt at taka av tilboði frá Articon um at víðka um læknamiðstøðina, og farið verður undir at grava og byggja sum skjótast

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2024-03-04 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi 29. februar samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali.

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað, í samstarvi við kommunu, lækna og avvarandi myndugleikar. Articon fer undir at grava og byggja sum skjótast.

– Tá heilsutrygd fyrr í heyst setti ein lækna afturat í læknadømið, varð tørvur á fleiri fermetrum í læknamiðstøðini í Gøtudali. Samskift hevur verið við lækna og heilsutrygd um, hvat hølini skulu innihalda. Loysnin, ið liggur á borðinum, er meira enn ein tvífalding av teimum fermetrum, sum eru í miðstøðini í dag. Hetta fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju, skrivar Eysturkommuna.

Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, sum skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan, ogg síðani sambinding av bygningunum.

Eftir ætlan, verður klárt at flyta inn við ársenda í ár og harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarunum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.

Samlaður kostnaður av verkætlanini er níggju milliónir krónir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder