Uttanlands

Læknar ávara: Kvinnur kunnu smitta óføddu børn síni

Ein nýføðingur í Wuhan hevur fingið staðfest coronavirus, og talið á smittaðum nærkast nú 25.000

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-02-05 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ein kvinna, sum er við barn, verður smittað við coronavirus, kann hon smitta ófødda barn sítt.

Tað staðfestir ein lækni á einum barnasjúkrahúsi í kinesiska býnum Wuhan, eftir at ein kvinna, sum hevði fingið staðfest coronavirus átti eitt barn 2. februar. Tá barnið varð 30 tímar gamalt, varð tað kannað fyri coronavirus, og úrslitið av kanningini varð positivt, skrivar TV2.

Nýføðingurin hevði ongan fepur, men hevði tó andadrátstrupulleikar, og kanningar vístu seinni, at barnið hevði eina infektión um lungurnar.

– Hetta er ein áminning um, at sjúkan kann smitta millum mammu og barn, sigur yvirlæknin á nýføðingadeildini á sjúkrahúsinum.

Sambært nýggjastu tølunum er talið á smittaðum nú komið upp á 24.324, eftir at 3.887 nýggir tilburðir eru staðfestir seinasta samdøgrið.

Meginparturin av tilburðunum eru staðfestir í Kina, har coronavirusið eisini hevur kravt 490 mannalív. Smittan hevur tó eisini rakt fólk í 27 øðrum londum. Talið á smittaðum uttanfyri Kina er nú komið upp á 230.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder