Uttanlands

Læknar: Elizabeth drotning skal hvíla seg komandi tvær vikurnar

Í farnu viku varð hon innløgd, og mátti hon fyri fyrstu ferð síðan 2013 gista á sjúkrahúsinum – 95 ára gamla bretska drotningin hevur verið noydd at geva avboð til fleiri tiltøk, men hon hevur tað gott, verður upplýst

Komandi ár eru 70 ár síðani, tann nú 95 ára gamla Elizabeth II gjørdist drotning (Mynd: EPA)

Komandi ár eru 70 ár síðani, tann nú 95 ára gamla Elizabeth II gjørdist drotning (Mynd: EPA)

2021-10-30 16:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

95 ára gamla bretska drotningin, Elizabeth II, var til "innleiðandi heilsukanningar" á sjúkrahúsinum 20. oktober, eftir at hon hevði avlýst eina vitjan í Norðurírlandi. Í hesum sambandi gisti hon eisini á sjúkrahúsinum fyri fyrstu ferð í átta ár.

Týsdagin byrjaði hon aftur við almennum arbeiðsuppgávum, men læknar hava heitt á hana um at hvíla seg í tvær vikur afturat.

Komandi tvær vikurnar kann hon tó framvegis avgreiða lættari skrivstovuuppgávur, eitt nú at luttaka á videofundum, men í hesum tíðarskeiðnum fer hon ikki á almennar vitjanir, upplýsir Buckingham Palace sambært Ritzau.

Boðað verður eisini frá, at hon hevur givið avboð til eitt tiltakið Festival of Remembrance um tvær vikur, leygardagin 13. november. Hon luttekur tó í einari gudstænastu við minnisvarðan The Cenotaph í London á Remembrance Sunday, 14. november, ein dagur, sum í Stórabretlandi verður markeraður árliga til minnis um bæði hernaðarfólk og sivilfólk, sum luttóku í teimum báðum heimsbardøgunum, umframt í øðrum stríðum, sum hava verið síðani.

Drotningin hevur eisini givið avboð til eina móttøku fyri stats- og stjórnarleiðarar í sambandi við komandi veðurlagstoppfundin, COP26, sum verður í skotska býnum Glasgow.

Seinastu árini hevur drotningin verið innløgd á sjúkrahúsi fleiri ferðir. Seinast var í 2013, har hon fekk viðgerð fyri tarmbruna. Eitt, sum fólk hava lagt til merkis, er, at Buckingham Palace í hesum sambandi ikki hava upplýst frammanundan, hvør orsøkin er til innleggingina hjá drotningini.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sigur í dag, at hann hevur tosað við drotningina, og at hon er væl fyri.

– Hon skal bara fylgja ráðunum frá læknunum og fáa hvílt seg, og tað er tað, sum er mest umráðandi, sigur hann.

Komandi ár skal Elizabeth drotning eftir ætlan hátíðarhalda, at hon hevur sitið 70 ár á trónuni. Tað var 6. februar í 1952, at hon gjørdist drotning sum 25 ára gomul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder