Innanlands

Læknar takka fyri seg í væl umtóktum Facebookbólki

Bólkurin “Spyr ein lækna um korona” verður niðurlagdur 28. februar, tá seinastu koronuavmarkingarnar hjá landsstýrinum eisini fara úr gildi

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2022-02-08 15:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani september 2020 hava læknar sjálvbodnir svarað fólki um mangt og hvat í sambandi við koronu á Facebookbólkinum “Spyr ein lækna um korona”.

28. februar verður seinastu dagurin, at tikið verður ímóti spurningum. Hetta, um farsóttin ikki broytist.

- Nú er tíðin komin at lata hendan bólkin aftur. Í øllum føri fyribils. Tað er ikki tí at heimsfarsóttin er av. Hvørki her heima, ella úti í heimi. Men muran í heimsfarsóttini er broytt. Vit koma tíverri ikki av við korona. Í øllum føri ikki tey næstkomandi árini, skrivar Marnar Fríðheim Kristiansen, ein av læknunum, sum hevur svarað spurningum frá ørkymlaðum føroyingum.

- Men korona er ikki tann sama hóttanin í dag, sum tað var fyri tveimum árum síðani. Tað er fyrst og fremst koppsetingini at takka, men eisini orsaka av at frábrigdið, sum vit hava nú ikki elvir til eins ringa sjúku, sum Delta frábrigdið gjørdi. Tað hevur gjørt, at landsins myndugleikar hava avgjørt at so líðandi avtaka allar korona avmarkingar.

- Og nú halda vit eisini at tíðin er komin at lata hendan bólkin aftur. Tí verður 28. februar tann seinasti dagurin vit taka ímóti spurningum, samstundis sum tær seinastu koronaavmarkingarnar verða avtiknar, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hann leggur afturat, at verður tað so, at muran í farsóttini aftur broytist, við at vit fáa eitt verri frábrigdi, kann vera at bólkurin verður tikin fram aftur.

- Túsind takk fyri allar spurningarnar og túsind takk til tykkum sum hava lisið við. Vit læknar hava verið sera glaðir fyri hendan bólkin, og glaðir at fólk hava tikið so væl ímóti honum. Vónandi verður tað ikki aftur neyðugt við einum slíkum bólki eina aðru ferð.

Tørvurin hevur eftir øllum at døma verið til staðar tí 6400 limir eru í bólkinum, og nógvir spurningar eru settir síðani byrjanina. Hendan seinasta mánaðin eru 317 spurningar settir.

Læknarnir, sum hava svarað spurningum í bólkinum eru Marnar Fríðheim Kristiansen, Gunnhild Helmsdal, Guðrun Zachariasen, Jeaneth Løkjá og Ronja Midjord Mikkelsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder