Uttanlands

Læknarnir umborð á Roald Amundsen tiknir av ræði

Heilsumyndugleikarnir í Tromsø eru farin umborð at taka nýggjar royndir

Roald Amundsen liggur svínabundin í Tromsø (Mynd: EPA)

Roald Amundsen liggur svínabundin í Tromsø (Mynd: EPA)

2020-08-06 11:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Øll manningin umborð á norska ferðamannaskipinum Roald Amundsen hjá Hurtigruten, sum liggur í Tromsø, skal kannast av nýggjum fyri covid-19.

Tað segði økislæknin í Tromsø, Kathrine Kristoffersen, á einum tíðindafundi í dag.

Avgerðin um at kanna øll av nýggjum er tikin í samráð við Folkehelseinstituttet, skrivar NRK. Úrslitini av kanningunum eru væntandi klárt seinnapartin.

- Vit rokna við, at fleiri av hesum royndunum fara av vera positivar, sigur yvirlæknin.

Tromsø kommuna tekur nú yvir heilsuligu ábyrgdina umborð á koronarakta skipinum. Teir báðir læknarnir umborð, verða fyribils í sóttarhaldi á egnum kahúttum umborð.

Um orsøkina til at taka ábyrgdina frá læknunum umborð á Roald Amundsen, sigur Kristoffersen, at heilsumyndugleikarnir í landi ikki hava fingið nøktandi samstarv í lag við heilsustarvsfólkið umborð.

70 fólk eru umborð á Roald Amundsen, 40 eru smittað. 46 av teimum 70 koma úr Filipsoyggjum.

Sleppa ikki í land fyrr enn øll úrslit eru negativ
Eitt annað cruise-skip hjá Hurtigruten, Spitsbergen, er nú eisini komið til Tromsø eftir ein túr í Svalbarð við ferðafólki. Øll 134 umborð skulu nú kannast fyri korona.

Ongin fær loyvi at fara í land fyrr enn øll úrslitini umborð eru negativ.

Tað verða heilsustarvsfólk frá Universitetssykehuset Nord-Norge, sum fara umborð fyri at taka royndirnar, skrivar NRK.

Manningin umborð telur 70, harav 46 koma frá Filipsoyggjunum, 20 eru norðmenn og fýra frá øðrum evropeiskum londum.

Eitt pressutalsfólk fyri Hurtigruten sigur við NRK, at ongin illgruni er um covid-19 umborð á Spitsbergen, men at øll hava góðtikið, at tey ikki sleppa í land fyrr enn vissa er fingin fyri hesum.

Skipið skuldi havt verið í Longyearbyen á Svalbarð, men slepp ikki í havn. Tí varð kósin sett móti Tromsø ístaðin, skrivar NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder