Innanlands

Læknatrotið í høvuðsstaðnum loyst

Almenn móttøka var seinnapartin fyri fimm kommunulæknum sum eru fluttir inn í Læknahúsini í Hoyvík

2019-10-24 23:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Yvirskriftirnar í miðlunum hava verið nógvar, men nú er læknatrotið í Tórshavnar kommunu loyst. Hetta hendi í dag, nú almenn móttøka var fyri fimm kommunulæknum, sum eru fluttir inn í Læknahúsini í Hoyvík.

Nógv fólk stukku inn á gólvið í nýggju hølunum í Hoyvík seinnapartin at heilsa uppá læknar og onnur starvsfólk, nú hetta stóra framstigið í Tórshavnar kommunu er veruleiki.

Í Tórshavnar kommunu hava kommunulæknaviðurskiftini ikki verið nøktandi. Ikki færri enn 3800 borgarar hava vantað fastan lækna. Somuleiðis hevði kommunan onki nøktandi viðtaluhøli at vísa til.

Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á kommunulæknaøkinum er ásett í lóg um kommunulæknaskipan, har tað er ásett, at Heilsutrygd setir kommunulæknar og avloysarar í starv, og at kommunurnar útvega og rinda viðtaluhølir við neyðugum innbúgvi, tólum og amboðum til kommunulæknan.

Býráðið setti sær fyri at finna eina skjóta og góða loysn á viðtaluhølunum og fingu afturfyri 2 læknar. Í nýggja Læknahúsinum í Hoyvík eru 5 kommunulæknar.

Bygningurin er nýggjur, parkeringsviðurskiftini er góð, og atkomuviðurskiftini eru somuleiðis góð til báðar hæddir.

Teir 5 kommunulæknarnir, sum húsast í Læknahúsinum í Hoyvík, eru: Guðrun Mortensen, Bjarni Wardum, Turið Holm Johannesen (vantar á myndini), Amalia Danielsen og Birni Hansen. Á myndini eru eisini Annika Olsen, borgarstjóri, og Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder